Tað kemur nógvur tónleikur á marknaðin, har vit verða mint um okkara andaligu støðu, men tað eg haldi er sermerkt við bólkinum Blátt Gras er, at teir lata teirra boðskap í ein tónleikaliga búna, sum fær meg at lurta, tí teir duga at seta konseptið upp, har ein fær allan pakkan við boðskapi og tónleikaligari uppliving.
Ikki fyri at seta niður á nógv ið kemur út, men eg vil hava júst hesa samlaðu upplivingina, tí tónleikur er júst henda upplivingin, at eg kann undirhaldast og fáa eina góða løtu við hesum.
Tað sermerkta við tónleiki yvirhøvur er, at tú vil fáa títt út, men hesir jassarnir hava eitt ella annað, sum fær okkum at nikka, játtandi!
Eg kann so aftur spyrja, um hetta við at fara yvir um hav, at fáa hetta tikið upp, er rætt fyri teirra viðkomandi, tí eg ivist onga løtu í, at alt hetta kundi verði gjørt hesumegin Atlantshavið?
Men eg skal viðganga, at eg kann hoyra nakrar strofur, sum tað kanska ikki eru so lættar at fanga her á klettunum, so samlaða úrslitið er gott og trygt!
Bahib’m’bau
Hetta við tónleikaligu víddini teir leggja fyri dagin, kemur mest fram í lagnum “Bahib’m’bau”, sum eisini kann sigast “Kom Við”, men her hava teir ein frískari vinkul, sum ivaleyst eisini er ein øðrvísi roynd í teirra boðskapi.
Eitt fangandi í útgávuni “Framvegis” er, at teir hava fingið eitt gott miks millum føroysku og ensku framførslurnar.
Eg haldi, at henda útgávan er meira country enn blue gras, men eg dámi “flowið”, tí eitt ella annað stað er tað kanska ein tilvitað roynd, at fáa meg og og onnur við á hesa ferðina við teimum.
Tekstirnir eru teir vilja hava fram, so har havi eg ikki so nógv at siga um, men er tað upp til tann einstaka at taka til sín ella ikki!
Eg havi sagt tað fyrr, at eg eri ikki sørt ovfarin av teirra tónleikaligu evnum, men tað setur mína tónleikaligu virðing á eitt rættiliga høgt støði!
Blátt Gras hava megnað at geva føroyska, andaliga tónleikinum ein góðan fólksliga búna, sum fær meg at steðga á og lurta!Eg gevi “Framvegis” 5 av 6 blonkum stjørnum!
Fríðálvur A. Jensen
Brellbitar: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo