Tá stóra hátíðarhaldið var dagarnar frá 26. til 29. mai í ár, tá Tórshavnar kommuna fylti 150 ár, var í hesum sambandi søgulig framsýning á Býarbókasavninum.
Talan var um framsýningina ”Tórshavn frá 1000 til 1909”, sum var ein áhugaverd framsýning við kortum, tekningum og myndum úr teimum trimum bindunum av Havnar Søgu.
26. mai vóru 150 ár liðin síðan kommunan fyrstu ferð fór til verka sum sjálvstøðug kommuna, og minningartiltøkini vóru sera væl móttikin, bæði av vaksnum og ungum, sum serliga hildu myndaframsýningina vera sera áhugaverda.
Stjórnarskrivstovan hjá Tórshavnar kommunu hevur nú borið so í bandi, at stórur partur av framsýningini er hongdur upp í gamla bankabygninginum í Niels Finsensgøtu. Framsýningin hongur uppi í nakar mánaðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo