Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Forsetin á Sri Lanka, Maithripala Sirisena, er gruggutur eftir eina konsert við Enrique Iglesias undan jólum og heldur at fyrireikarnir skuldu «fingið koyrilin við eitrandi stingskøtuhalum».

Iglesias hevði konsertina í Colombo 20. desember og sjarmeraði sum vanligt kvinnurnar í senk.

Skrálandi gentur og kvinnur í øllum aldri stormaðu pallin fyri at mussa og klemma spanska stórsjarmørin, meðan aðrar tveittu trussur og BH-ar eftir honum. Hetta fær øði í Maithripala Sirisena forseta.

– Ein slík ósiviliserað framførsla er ímóti okkara mentan. Eg sigi ikki at hesa ósiviliseraðu kvinnurnar sum tóku BH-in av sær skulu fáa koyrilin við eitrandi stingskøtuhalum, men fyrireikarnir av slíkari framførslu skuldu, sigur forsetin, sambært NRK.

Koyrilssløg við stingskøtuhala var ein vanlig revsing á Sri Lanka í miðøld, og verður enn brúkt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo