Leygarkvøldið 18. juni skipar Nyboe kro á Miðfjóni fyri einum rimmar country-kvøldi. Føroysku útisetarnir Ragnar í Vík og Simon von Konoy fara at undirhalda.
Kl. 18.00-20.00 verður borðreitt við kjøti, sós og eplum. Kl. 20.00-22.00 er show við Ragnari í Vík, og kl. 22.00-24.00 spælir Simon von Konoy til dans við góðum, gomlum countrysangi og -tónleiki.
Á heimasíðuni hjá Nyboe kro – www.nyboekro.dk – ber til at bíleggja borð við meira. Seinasta freist fyri tilmelding er mikudagin 15. juni 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo