Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í gjár var sáttmáli undirskrivaður um veiting av skelting til nýggja atkomuvegin og parkeingsøkið kring Vága Floghavn.

Føroyaprent átti lægsta boðið í sambandi við útbjóðingina og í gjár varð sjøtul settur á samstarvið kring sjálva veitingina.

Talan er um alla skelting, frá ovurstórum ljósskeltum til smá parkeringsskeltir, bæði við og uttan ljós

Ikki færri enn 215 skeltir í alt skulu gerast og Føroyaprent veitir alt, frá prenti av skeltum til LED-ljós og steyrar av galvaniseraðum stáli v.m. Umframt at veita skeltini, so tekur Føroyaprent sær eisini av at seta øll skelti upp á staðnum.

Tað eru ZETA arkitektar við Ragnari Zacharissen og RÁÐ Ráðgevandi verkfrøðingar F.R.I., sum hava teknað og projekterað. Hallur Onghamar hevur havt ábyrgdina av verkætlanini fyri Føroyaprent.

- Føroyaprent er landsins størsta og mest framkomna prentsmiðja. Prent og print er okkara kjarnuvirksemi og vit arbeiða hart fyri at vera í meistaradeildini, sigur Jon Hestoy, ið eigur og rekur Føroyaprent.
 
- Okkara fremsta mál er at tryggja føroyingum føroyskt framleiddar prentlutir og at áhaldandi at  menna okkum sum fyritøka og arbeiðspláss. Umframt sjálva prentsmiðjuna, fevnir virksemið á Føroyaprent eisini um skeltaverkstað, ið veitir stórprent av skeltum, bannarum og plakatum umframt deko til vindeygu og bilar.
 
Eitt eru neyðug amboð og maskinur, men Føroyaprent er fyrst og fremst menniskjaligt tilfeingi. Her starvast stívliga 30 dugnalig fólk, sum kíta seg og eitt sindur afturat, fyri at Føroyaprent skal lata fyrsta floks tænastu – hvørja ferð, sigur ein fegin og errin Jon Hestoy at enda. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo