Føroya Landsorkestur fer at hava tvær konsertir komandi dagarnar. Tær verða í Gøtu Kirkju í dag kl 19.00, og í Vesturkirkjuni fríggjdagin 13. mai kl. 19.00.
Orkestrið fer at spæla blandaðan góðan tónleik. Á skránni er millum annað Prelude to a Celebration eftir Philip Sparke, Lincolnshire Posy eftir Percy Grainger, Sorrig og Glede, sum er eitt gamalt Kingo lag, Slavonic Dances eftir Antonin Dvorak og Nuclear Power eftir Otto Schwartz.
Tað er kendi dirigenturin Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum.
Konsertirnar eru ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo