Føroya Lands Orkestur hevur konsert í Skúlanum við Løgmannabreyt leygardagin 9 des. kl. 16.
Føroya Lands Orkestur er landsdekkandi orkestur fyri teir blási og slagverksnæmingar í Føroya Musikkskúlaskipan, ið eru komnir longst. Endamálið er at geva hesum eitt tilboð at menna seg saman við øðrum leikarum í landinum og spæla tónleik, ið er avbjóðandi og mennandi.
Umframt konsertferðir í Føroyum hevur orkestrið sum endamál at fara uttanlands á konsertferð annahvørt ár. Orkestrið hevur millum annað ferðast til Skotlands, Ísland og Tjekkia. Skráin er bæði fjølbroytt og spennandi. Millum annað er filmstónleikur, føroyskur tónleikur, klassiskt og funk tónleikur á skránni.
Dirigentur hjá orkestrinum er Bernharður Wilkinson, sum millum annað eisini stjórnar Føroya Symfoniorkestri.
Konsertin er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo