Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vinnuhúsið: Næstformaðurin í danska fakfelagnum FPU fer lætt um sannleikan, tá hann í tíðindunum í KVF í gjárskvøldi sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki vil samráðast um nýggjan sáttmála við Súluna. Hetta er snøgt sagt ikki rætt.

Endurstovnaða fakfelagið Súlan vendi sær í vár til Føroya Arbeiðsgevarafelag við áheitan um samráðingar um nýggjan sáttmála til at avloysa sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í fjør varð longdur at galda til 1. november 2019. Føroya Arbeiðsgevarafelag játtaði at koma til samráðingarborðið, og ætlanin var at byrja samráðingar aftaná summarfrítíðina.

Súlan og Føroya Arbeiðsgevarafelag avtalaðu at nýta sama leist til samráðingarnar um sáttmála fyri flogternurnar, sum varð nýttur í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya, sum eins og Súlan er limur í FPU. Eftir hesum leisti samráddist nevndin í Flogskiparafelagnum saman við føroyska advokatinum hjá FPU.   

Nú samráðingar eftir ætlan skuldu byrja, er støðan hon, at fakfelagið Súlan ikki hevur nakra nevnd og noktar at manna nevndina av nýggjum. Súlan er tí ikki virkisfør, og harvið er ongin partur at samráðast við.

Men tað skal vera púra greitt, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er til reiðar at fara til samráðingar við Súluna, so skjótt hon er virkisfør, og hesum hava vit boðað frá, seinast so seint sum hósdagin í hesu vikuni. Føroya Arbeiðsgevarafelag viðger sostatt spurningin um samráðingar við Súluna á neyvt sama hátt sum samráðingarnar við Flogskiparafelag Føroya.

Tað er tí beinleiðis skeivt at siga, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur noktað at samráðast.

Leggjast kann afturat, at spurningurin um samráðingar ella ikki, er eitt mál, har Føroya Arbeiðsgevarafelag er partur. Í starvsfólkamálum er Atlantic Airways partur. Hesi bæði mál skulu tí ikki vindast inn í hvørt annað, soleiðis sum FPU hevur hug at gera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo