Partafelagið Formula fekk heiðurin sum ársins virki á Vinnudegnum sum var í gjár.
Í grundgevingunum hjá dómsnevndini varð millum annað lagdur dentur á góðu fíggjarligu úrslitini eins og sosiala og umhvørvisliga burðardygd, sum eyðkennir virkið.
Heiðurin sum ársins átak fekk fyritøkan Thetis og serliga viðurkenning fingu Debes Christiansen (myndin) og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyri sín bardaga ímóti korona farsóttini.
Meira kann lesast um grundgevingarnar v.m. her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo