Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara hava konsert í Ribarhúsi í Fuglafirði í kvøld, mánakvøldið 15. juni kl. 19.30.
Tey spæla m.a. Paganini, Bach og Beethoven. Eisini verður okkurt føroyskt og okkurt forkunnugt úr Sveis á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo