Núverandi fólkatal í Danmark á knappar 6 milliónir minkar við fleiri milliónum næstu trý ættarliðini, um so fá børn verða fødd sum nú.
Tað vísa útrokningar gjørdar fyri Politiken.
Skal fólkatalið haldast skulu 2,1 børn til per kvinnu, men seinastu tíggju árini hava kvinnur í Danmark fingið umleið 1,7 børn í miðal, og í 2022 og 2023 var talið umleið 1,5, skrivar avísin sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo