Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Her hava vit eina útgávu við øllum tí ein vil hava, tá ein bara skal leggja beinini upp og taka til sín.

Øll løgini koyra í einum tempo, sum gevur einum høvið at føla passiónini í tí, sum Lea vil hava okkum við uppá.

Tá eg hoyrdi fyrsta lagið, vildi eg bara hoyra meira, tí her er løgd ein so kensluborin hond í at fáa alla samlaðu ljóðmyndina at standa sterka og trygga!

Eg hugsi, at tað má vera ein røi at spæla sítt ljóðføri í einum upptøkuhøli, har stilla tempoið gevur tær høvið at spæla hetta á ein hátt, har tað er hetta samspælið við tí sligna tónanum, sum fer í hendurnar hjá einum framleiðara, ið ger alt sítt til, at júst hetta skal verða partur av einari størri heild.

Tað er líka nógv uppgávan hjá framleiðaranum og teimum fólkunum, at fáa júst eina slíka útgávu at standa sterka og hava alla ta fylluna, sum ger mína uppliving til eina løtu í friði og gevur hesa kensluna av væl gjørdum og gjøgnumførdum tónleiki.

Onkuntíð verði eg hálaður við á eina ferð, har eg skal draga tónleikin til mín og fáa hann viðgjørdan, men Common Blue hevur hesa dragandi megina, sum meira dregur meg við sær.

Tað er ofta júst munurin millum útgávurnar, at tíð er sett av til at fáa kelað fyri øllum smáu lutunum, sum er júst tað, ið ger hasa útgávuna sterka og fær meg at fregnast eftir meira!

Røddin hjá Leu er á einum so fantastiskum støði, sum fær meg at hugsa í altjóða høpi, tí her er ikki bara røddin har hon skal vera, men her er vald ein sjangra og eitt tempo, sum fær júst hennara sound og kvalitet fram í ljóðmyndina, har hon stendur sterk og savnandi!

Tað er ongin ivi í mínari verð, at Lea hevur sæð týdningin av at fáa sær góð ráð og stuðul til hetta, tí hetta er ómetaliga gott og gjøgnumført arbeiði!

Hetta sigur Lea sjálv um útgávuna:

Common Blue er ein útgáva, sum er skrivað út frá litinum ‘blátt’. Í bláa litinum liggur ein longsul eftir einari farnari tíð, eitt klossutt møti við kærleikanum, ein djúp sorg, ein leitan, men eisini ein vón um eina ljósari framtíð og um at vera tann, ið elskar mest. Common Blue er ein hyldest til tað sum var, og bleiv ein máti at sleppa tí gamla. Common Blue er eitt firvalda-slag, og á ein hátt bleiv prosessin eitt reivi fyri listakvinnuna, sum hon endiliga vaks úr, tá EP’in varð útgivin.

Løgini eru hesi:
1 - This Love Of Mine
2 - Flood
3 - Common Blue
4 - Moonsick
5 – Water

Common Blue kom í 2017, men henda útgávan er millum tær, sum fær meg at setast við knappaborðið og geva nøkur orð.

Hon fekk 4 stjørnur av 6 frá ummælarum, men eg gevi henni 5 av 6 stjørnum, tí hetta er júst ein av útgávunum, sum framvegis standa sterkar og tíðarleysar!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo