Phil Foden, Manchester City og Mason Greenwood, Manchester United, vórðu sendir til hús eftir at hava brotið ásetingarnar um smittuverju tá teir høvdu vitjan av íslendskum damum á hotelrúminum.
Nú leggur Folden seg flatan.
– Eg biði Gareth Southgate um umbering, og mínar liðfelagar, stuðlar, fjeppar og eisini felagið og mína familju, skrivar tann 20 ára gamli Folden millum annað á Twitter.
Ongland skal leika móti Danmark í annaðkvøld.
— Phil Foden (@PhilFoden) September 7, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo