Herfyri hoyrdist ein føroyskur radioamatørur í Bulgaria, og tað er onki minni enn ein lítil sensatión, siga radioamatørar. Tí eitt er, at frástøðan er yvir 3.000 kilometrar. Eitt annað er, at bugurin í jørðini átti at gjørt, at radiosignalið ikki kom leiðina fram.
Hildið verður, at flogsteinar ella stjørnuskot, sum nógv var av um hálvan desembur, tá hendingin fór fram, kunnu hava verið við til at reflektera signalið. Men ein onnur teori er, at tað var altjóða rúmdargranskingarstøðin, ISS, sum kastaði aftur, reflekteraði, radiosignalið.
Fleiri miðlar fyri kátar radioamatørar skriva um málið, eitt nú Southgate Amateur Radio News.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo