Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF/Silvurligan, menn: Ísland – Føroyar 0-3 (24-26, 23-25, 19-25)

Í Høllini á Hálsi í kvøld vunnu Føroyar 3-0 á Íslandi í evropeisku Silvurliguni.

Liðini skiftust um at vera á odda við einum ella tveimum í fyrsta setti, og soleiðis gjørdist støðan 24-24, áðrenn Føroyar tryggjaðu sær settið 26-24.

Fyrra parti av øðrum setti var Ísland fyri tað mesta frammanfyri við einum og tveimum og viðhvørt trimun, áðrenn Føroyar fóru framum við einum og tveimum, og onkuntíð trimum. Javnt gjørdist aftur við 22-22, áðrenn Føroyar við fyrsta settbóltinum vunnu settið 25-23.

Í triðja setti vóru Føroya á odda alt settið á tamb. 8-4 til Føroyar minkaði tó niður aftur í 13-12 og 15-14, men so drógu Føroyar frá aftur og vunnu settið 25-19 og dystin 3-0 – og fyrsta sigurin hjá manslandsliðnum í Silvurliguni.

Hjá Føroyum var Bjarni Joensen toppskorari við 20 stigum, harav tvey vóru blokkar og fýra vóru serviess. Jóhan Arni Elisson Wang fekk 8, harav 3 vóru blokkar.  Tóki í Haraldstovu fekk 11 stig, harav eitt við blokki. Hjørtur Joensen fekk 13 stig.

Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Eysturríki, ið er væl sterkari enn Ísland.

Leygardagin kl. 17 møtast Ísland og Eysturríki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo