Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Føroya Styrkisamband, EB/Streymur og kappróðrafelagið NSÍ eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM tann 5. februar.

Føroya Styrkisamband er yngsta sambandið í ÍSF. FSS bleiv stovnað sum menningarsamband í desembur 2019, og hevur tí einans tvey ár á baki.  Tó hevur FSS hesa stuttu tíð veruliga megnað at fáa fótin fastan í føroyska ítróttaumhvørvinum.

Føroya Styrkisamband hevur megnað at savna ein stóran part av kraftítróttini í ein felagsskap og skipað hevur verið fyri kappingum innan ymiskar greinar her í Føroyum, umframt at almennar føroyameistarakappingar eisini hava verið.

FSS hevur eisini luttikið í kappingum uttanlands, har teirra íðkarir hava fingið sera góð úrslit, og í 2021 vunnu føroyskir íðkarir bæði gull og silvur til Danmarks meistraraheiti í vektlyfting.

Eisini hevur FSS skipað fyri bæði venjara- og dómaraskeiðum, umframt at arbeitt hevur verið við eini úrslitaskipan, so føroysk met o.a kunnu gerast almenn.

Í desembur 2021 fekk Føroya Styrkisamband tilsøgn um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlendska Styrkisambandinum NTF.

EB/Streymur EB/S er ein felagsskapur, ið fevnir um bæði breidd og elitu. Felagið er sera virkið innan barna - og ungdómsfótbólt, og hevur saman við Eiðis Kommunu og Sunda Kommunu megnað at skipa góðar karmar fyri virksemið hjá sær.

EB/Streymur hevur valt at brúka góðu karmarnar til at taka eina stóra samfelagsliga ábyrgd og hevur valt at bjóða ungdóminum inn í felagshúsið til annað enn bert fótbólt. Ítróttahúsið við Margáir virkar í dag sum eitt ungdómshús, har hópin av børnum og ungum savnast til ymisk ítriv -eisini børn og ung, sum ikki íðka fótbólt.

Kappróðrafelagið NSÍ hevur undanfarna ár skarað framúr við sínum hjálpsemi og arbeiði fyri føroyskum kappróðri. Felagið er kent fyri hjálpsemi og fyri at taka eyka tøk, tá ið á stendur.

At skipa fyri kappróðri er bæði tíðarkrevjandi og stundum møtumikið. Hóast hetta, megnaði felagið í summar at loysa nærum ómøguligu uppgávuna at skipa fyri FM kappróðri við sera stuttum skotbrái á einans 2 dagar.

Felagið átók sær hesa stóru uppgávu føroyskum kappróðri at frama, og loysti uppgávuna fyrimyndarliga væl. Nevnd og hjálparfólk taka ábyrgd og leggja lunnar undir eitt gott og mennandi umhvørvi fyri sínar limir og íðkarar, har jaligheitin er í hásæti. Kappróðrarfelagið NSÍ ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Felagið hevur dirvi at droyma stórt og øðrvísi, og er við til at fevna øllum teimum, ið hava áhuga fyri kappróðri. Við síni nýhugsan hevur felagið upp á stutta tíð megnað at fleirfalda talið á íðkarum. Umframt bestu venjaraumstøðurnar veitir felagið sínum rógvarum trúfastan og treytleysan stuðul. Felagskapur og trivnaður eyðkenna felagið, og stórur dentur verður lagdur á at savna manningarnar og viðhaldsfólk bæði áðrenn og eftir hvørja kapping.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 05. februar kl. 20:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo