Føroya Sjómannadagur útsettur til 2022 vegna áhaldandi ótta um koronu
Hóast læknalig tilmæli beinleiðis mæla til at halda Føroya Sjómannadag, sum ásettur er at verða leygardagin 21. august 2021, so mugu fyrireikarnir staðfesta, at so leingi sum smittulæknar og ymisk frábrigdi av korona áhaldandi eiga yvirskriftirnar í miðlunum er ótti millum fólk – og tí er ógjørligt at fyriskipa Føroya Sjómannadag.
Nú fyrireikingarnar til ársins sjómannadag áttu at verið í hæddini, mugu vit staðfesta‚ at óvissa er framvegis ímillum okkum‚ sum fyriskipa Føroya Sjómannadag og í stórum pørtum av samfelagnum. Tí meta vit tað ikki vera ráðiligt at halda sjómannadagin í 2021 sum ætlað.
Sambært viðtøkunum er Føroya Sjómannadagur fyrst og fremst ein familjudagur har ættarlið, vinir og kenningar hittast til spæl, skemtunar og hugna‚ samstundis sum vit upplýsa um fiskitilfeingi og fiskivinnuna.
Alt arbeiðið í samband við Føroya Sjómannadag verður gjørt ókeypis og av góðum huga hjá fjøld av fólki‚ sum á ymiskan hátt hjálpa til.
Tá óvissan um koronaumfarssóttini framvegis er millum okkara er avgjørt at Føroya Sjómannadagur verður útsettur til tann 20. august 2022.
Føroya Sjómannadagur
Karl Birgir Isaksen
Formaður tlf. 230200
Eyðstein Poulsen
Næstformaður
Oliver Joensen
Kassameistari
John William Joensen
Skrivari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo