Sjónám: Hátíðarløta var á Sjónámi í gjár, hósdagin 25. juni tá Føroya fyrstu Fulltiknu Skipsatstøðarar fingu prógv. Teir vóru 8 í tali.
Á myndini ovast fv: John Sigurd Danielsen, Kjartan í Homrum, Búgvi Fagraklett, Óli Hansen.
Niðast fv: Filip Jojic, Jákup Ebbe Bærentsen, Julian Olsen. Jóan Magnus Johannesen væntar á myndini.
Virðislønir til skipsaststøðarar vóru lætnar av Fiskimannafelagnum.
- Óli Hansen fekk Mont Blanc fyllupenn og mappu (keypt hjá Niels L Arge)
- Búgvi Fagraklett fekk Bang & Olufsen headset
- Kjartan í Homrum fekk ein kikara
Ídnisvirðisløn var latin av Noroya Sparikassa til Julian Olsen.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu helt røðu umframt bæði Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum og Annfinnur Garðalíð formaður í Skipara og Navigatørfelagnum handaðu virðislønir og søgdu nøkur orð. Eisini spældi Hanus G Johansen nakrar sangir eftir Pól F.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo