Innsent: Á nýggja lagnum hjá Marius DC vísir ungi rapparin eina síðu, ið vit ikki eru von at hoyra. Vanliga beinharða rappið er eina løtu lagt til viks, og skift út við sangrødd.
"Leggur tú enn í" er ein sangur um mistan kærleika og tað, ið fylgir við. Hetta er inniligt og nakið og kenslurnar verða lagdar á blik.
Lagið er skrivað, sungið og spælt av Marius. Hann hevur eisini framleitt tað í samstarvi við Ragnari Finsson, ið eisini spælir gittar og bass á lagnum.
Ragnar gevur, við sínum eksperimenterandi spæli og sterku røtum í fólkatónleiki, lagnum ein heilt serligan dám. Saman við hjartaligu falsettini hjá Marius, verður eitt heilt serlig ljóðlandslag skapt.
Fyrr í summar gav Marius DC live EP'ina "Marius DC í Luftini", og í heyst kemur EP'in "Listamaður" út.
Lagið finst nú á øllum stroymingartænastum, eitt nú á Spotify: open.spotify.com/track/5f9kKmFkGrtfP8wihDZMuc
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo