Í fleiri londum eru fólk farin út á gøtuna til tess at vísa sín stuðul til bæði Ísrael og Hamas og tey sivilu, sum eru offrini í krígnum.
Men fleiri staðni er ófriðurin vaksandi, so neyðugt hevur verið við forboði.
Í Týskalndi er ikki loyvt at vísa nakað sum helst slag av stuðli til terrorfelagsskapin Hamas. Kanslarin Olaf Scholz boðaði í gjár frá, at øll, sum fagna Hamas og teirra gerningum móti Ísrael við súmbolum ella øðrum, verða revsað.
- Skammiligar myndir frá okkara gøtum vísa, at tær mest brutalu terrorhandlingarnar eru vorðnar fagnaðar á alljósum degi, segði Scholz sambært The Guardian, eftir at tað høvdu verið stórar pro-palestinskar demonstrasjónir í Berlin.
Í Fraklandi er mann farin eitt stig víðari. Í staðin fyri at banna pro-Hamas-demonstrasjónum eru allar palestinskar demonstrasjónir bannaðar av trygdaráum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo