Løgtingið skal millum annað umrøða ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag.
Til fyrstuviðgerðar koma millum annað eisini uppskotini um at broyta Sjófeingislógina, so gildistíðin á rættindum verður longd, og uppskot um at broyta løgtingslógina um ferðslu, so tað verður lættari at revsa fólk sum koyra ávirkaði av rúsevnum, eins og revsingin skal herðast.
Til ber at fylgja við orðaskiftinum og lesa alla skránna her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo