Hundraðtals føroyskar kvinnur hava selt fyri aloevera-fyritøkuna Forever Living, sum nýtir ein serligan søluhátt, ið kallast Multilevel Marketing.
Søluhátturin er umstríddur, tí hann minnir um pyramiduspøl.
Fleiri av kvinnunum, sum vóru umboðsfólk fyri Forever Living, kenna seg í dag snýttan.
Ein teirra er Milja Kristina Pattinson Joensen, sum fekk stress.
Beinta Brynhildardóttir Egholm hevur teknað myndina.
Dokumentarurin, Dreymurin og Drotningin, verður sendur í útvarpinum hósdagin klokkan 17. Men hann er longu tøkur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og kann hoyrast her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo