2SOME: Bólkurin 2SOME - hvørs fasta manning eru vinmennirnir Arni Carlsen og Edmund Jacobsen - er nú til reiðar við teirra fjórða staklagi. Lagið kallast “Árini Ganga”, og er tað fyrsta føroyska lagið, sum bólkurin letur úr hondum.
Sum nakað heilt serstakt er føroyski rapparin Marius DC við:
“Lagið hevur ligið nokkso leingi hálvgum liðugt, tí tað gekk eitt sindur striltið at finna ein rappara til lagið. Tað eydnaðist so til endans, og vit eru sera nøgdir við úrslitið,” sigur Arni Carlsen.
"Vit eru sera væl nøgdir við nýggja lagið, og eru sera spentir um, hvussu móttøkan fer at verða. Tað er heilt vist, at Marius DC hevur ein stóran part av æruni fyri, at lagið er eydnast so væl,” leggur Edmund Jacobsen afturat.
Edmund og Arni hava verði vinmenn síðani teir vóru blaðungir, men teir høvdu ongantíð áður gjørt tónleik saman áðrenn teir stovnaðu 2SOME í 2021.
Arni Carlsen, ið spælir keyboards í 2SOME hevur drúgvar royndir sum tónleikari, men er uttan iva mest kendur fyri at hava skriva landaplaguna "Eru Vit Til", sum hann gav út saman við bólkinum Enekk í 1990. Edmund Jacobsen kenna tey fleste nokk best sum sangara í navnframa bólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Esbjerg.
2SOME - "Árini Ganga”
Stroym: https://bit.ly/2some-arini-ganga
Video: https://bit.ly/2some-arini-ganga-video
Orð & lag: Edmund Jacobsen, Arni Carlsen & Marius DC
Klaver & Ljómborð: Arni Carlsen
Gittar: Janus Kampmann
Røddir: Edmund Jacobsen & Marius DC
Kórrøddir: Edmund Jacobsen
Trummu forritan: Óli Poulsen
Slagverk: Óli Poulsen
Bass: Óli Poulsen
Loops, ljomborð og slagverk: Edmund Jacobsen
Upptikið í Føroyum og Danmark í 2022/2023
Lagt til rættis og produserað av 2SOME
Ljóðblanda og mastrað av Óla Poulsen
Onnur stakløg frá 2SOME:
“Goodbye” - https://bit.ly/2some-goodbye
“I Should Have Known” - https://bit.ly/2some-I-Should-Have-Known
“Hold On” - https://bit.ly/2some-holdon
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo