Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fjarlestrardepilin í Vági hevur fingið í lag samstarv við UCC Nord skúlan í Danmark um pedagogútbúgvingina sum fjarlestur, soleiðis at lærarar koma úr Danmark til Føroya at undirvísa einum flokki suðuri í Vági í staðin við byrjan á hvørjum lestrarhálvári, og annars taka tey lesandi alla útbúgvingina umvegis fjarlestur.

Hetta er ein stórur fyrimunur, av tí at tey lesandi annars høvdu verið noydd til at ferðast niður til Danmarkar fleiri ferðir um árið.

Talan er um tvey sløg av pedagogútbúgvingum, ið nú kunnu takast sum fjarlestur í Føroyum, tann eina er tann vanliga pedagogútbúgvingin, ið er ókeypis og gevur rætt til SU, meðan hin útbúgvingin er merit-pedagogútbúgvingin til tey ið hava starvast í minsta lagi 5 ár innan pedagogiska økið og tí kunnu fáa góðskriva ein part av útbúgvingini.

Merit-pedagogútbúgvingin tekur minni tíð enn tann vanliga og er ikki ókeypis, talan er um 2½ ár ið verða tikin yvir 3 ár, meðan tann vanliga net-pedagogútbúgvingin tekur 4 ár.

Umsóknarfreistin nærkast, hon er hin 29. oktober 2015, og í tí sambandinum verður kunnandi fundur um pedagogútbúgvingarnar í Fjarlestrardeplinum í Vági hóskvøldið klokkan 19, har øll áhugaði eru vælkomin.

Pedagogútbúgvingarnar sum fjarlestur byrja mánaðarskiftið januar/februar 2016 í Vági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo