Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fisk & Kips er heitið á eini fløgu, sum føroyski útisetin Simon von Konoy júst hevur latið úr hondum.

Íblásturin til útgávuna fekk Simon, tá ið hann ein dagin kagaði í savn sítt av vinylplátum og kassettubondum. Hann gjørdi av, at spæla nakrar av songunum inn av nýggjum. Upprunaupptøkurnar fóru framm í sjeyti- og áttatiárunum hjá ávikavist Milson Zachariassen og í LT-Studio.

Sangarar og studiotónleikarar tá vóru m.a. Jákup Alberg Eliasen, Súni Eliasen, Kaj Johannesen, Óli Jákup Joensen, Ingunn Joensen, Justinus Johannesen, Magnus Jacobsen, Ólavur Øster og Ronnie Nielsen.

Tíggju sangir eru á fløguni, og teir eru: Fisk & Kips, Lívið, Jimmy Jeep, Selatrað, Himmalhundurin, Tú lítla tjaldur, Nú komin er stundin, Eystanlotið, Eg blívi svakur og Timburmenn.

Allir sangirnir eru á føroyskum máli - undantikið Jimmy Jeep, ið er á enskum. Serstakliga sangurin Eystanlotið vakti ans tá á døgum. Hann snýr seg um hugin hjá Russlandi, at leggja onnur lond undir seg.

Góðir menn standa fyri tónleikinum á nýggju útgávuni, m.a. er tað gittarleikarin hjá kenda danska bólkinum KANDIS - Mads Hyldahl - ið spælir sologittara.

Í Føroyum er tað plátuhandilin Tutl í Tórshavn, ið tekur sær av søluni. Ein video av upprunalagnum Fisk & Kips finst á youtube.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo