Framsýningin hevur heitið Heystfagnaður, tí tað er júst heystið við teimum skiftandi litunum í bøi og haga, sum hevur givið íblástur til málningarnar.
Eisini mongu náttúruupplivingarnar í summar eru við á framsýningini. Grót, hamrar og skorar verða gandaðir til litríkar málningar, tá teir koma á løriftið hjá Finleifi.
Og so eru tað smáu bygdirnar og býurin. Ikki soleiðis, sum eygað vanliga sær tey, men heldur sum eitt úttrykk við litum og formum.
Á hesari framsýningini eru eisini tvey verk, ið eru sett saman av fleiri smærri málningum, sum skapa eina heild.
Framsýningin hjá Finleifi Mortensen í Smiðjuni er opin hvønn dag til og við týsdagin 26. september.
Gerandisdagar er opið kl 13-19, leygardag kl 11-19 og sunnudag kl 14-19.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo