BirkBlogg: Politiskir flokkar hava givið filmslistini og filmsgerð ans, nú kommunval stendur fyri durum. Tá fyrsta tíðindaskriv um Filmsdagar í Felag fór út hósdagin 18. august í ár, varð sagt soleiðis undir yvirskriftini Filmur í politikki:
Nú kommunuvalið nærkast geva vit pláss fyri politiskum ætlanum um filmsgerð. Teir flokkar, ið stilla upp til kommunvalið, og hava film í teirra stevnuskrá, eru vælkomnir at melda seg til longu nú. So fáa teir fimm minuttir innan Wenders sýningarnar í Ostahúsinum, at siga biografgangarum í Havn frá um politiskar ætlanir við filmi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo