Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmsfelagið: Nýggjasti filmurin er um tað danskasta av øllum donskum, hugna, ella hygge, sum er heitið. Og filmurin ”Hygge!” er mest sæddi í donskum biografum beint nú, framman fyri ”Bastarden”, sum Filmsfelagið sýndi í farnu viku.

Tað er mikudagin 15. novembur kl 20:00 at Filmsfeagið sýnir ”Hygge!”.

Sjey vinfólk møtast til ein framúr góðan bita í hugnaligu summarhúsunum. Meðan tey enn sita til borðs, semjast tey til stuttleika um eitt spæl, har øll skulu leggja á borðið alt tað, sum er í telefonunum. Loynidómarnir hópa seg upp á rokaða døgurðaborðinum, og skjótt hótta teir tað týdningarmesta av øllum - hugnan. Sum kvøldið líður, tykist glansbílætið hjá teim flestu at skrædna. Kortini royna vinfólkini so leingi til ber at tvíhalda um hugnan og góða lagið í summarhúsunum, har tey sjey eru savnað.

Millum tey leikandi eru Sofie Torp, Joachim Fjeldstrup, Jesper Groth og Nicolai Jørgensen.

Filmsfelagið 15/11 kl 20:00 Hygge (Dagur Kári, Danmark 2023 100 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo