Síðani Vágatunnilin læt upp í desember 2002 er ferðslan nógv økt.
Í 2003 var talið av akførum 359.000, ella færri enn 1.000 akfør um dagin.
Hetta er væl lægri enn ferðslan Norð um Fjall er i dag.
Men í 2019 koyrdu 952.000 bilar gjøgnum Vágatunnilin.
Ferðslan í 2019 var sostatt 2,65 ferðir størri enn í 2003.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo