Kringvarpið fær ikki Anniku Olsen at svara, tí hon vil hava frið, sum hon hevur sagt Kringvarpinum, so nú fekk Kringvarpið ein stóran trupulleika.
Men tað eru ráð fyri tí, vit ringja bara til pápan, ikki sannheit.
Og pápin segði í Kringvarpinum, at hann bert hevði tosað við dóttrina eina ferð, tí "hon vildi hava frið", sum hann tók til.
Sikken ein friður!
Nú bíði eg eftir, at Kringvarpið fer at ringja til mammu Sonju Jógvansdóttir at spyrja hana, hví Sonja fór úr Javnaðarflokkinum.
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo