Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Sum tey flestu vita, so siglur Jósup bara til Mykinesar frá 1. mei til 31. august.

- Jósup hevur siglt fullfermdur av ferðafólki (88 fólk hvønn túr) næstan hvønn dag í alt summar, pluss fleiri eykaúrar, skrivar Finn Hansen á sínum Facebook-vanga.

- Tann seinasta dagin Jósup sigldi til Mykinesar í summar, var hann eisini fullur av ferðafólki sum vanligt, og harafturat mátti hann gera ein eyka túr.

- Dagin eftir (1. sept) var ikki longur møguligt hjá ferðafólki at sleppa til Mykinesar við báti, sjálvt um landið er fult av ferðafólki hesa tíðina av árinum. Ferðafólkini skilja jú ikki, hví tað ikki skal vera møguligt at sleppa til Mykinesar við báti í fínasta Harrans veðri, sum tað so ofta er í septembur mánað.

- Hettar ger so tað, at ferðafólkini bíleggja tyrluna fleiri vikur frammanundan, soleiðis at vit sum hava hús í Mykinesi, hava sera trupult við at sleppa vestur.

- Tað er næstan ókeypis at flúgva við tyrluni úr Vágunum til Mykinesar. Tað er 55 krónur bíligari at flúgva úr Vágunum til Mykinesar enn at taka ein taxa úr Miðvági til flogvøllin, so tað er einki at siga til, at tyrlan er fult bóka av ferðafólki alt summarið og heystið við.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo