Fellið hjá Bakkafrost í Skotlandi er enn verri enn higartil hildið.
Í børsfráboðan í kvøld boðar føroyski alirisin frá, at tey hava mist fisk fyri nærum 175 milliónir danskar krónur í oktober og november.
Bakkafrost boðaði í síðsta mánaða frá trupulleikum hjá dóttirfelagnum í Skotlandi, og nú verður so boðað frá, at trupulleikarnir eru størri enn áður fráboðað.
Tað er ein lítil hvalspýggja (myndin), sum ger seg inn á fiskin og oyðileggur táknurnar. Fiskurin hevur heldur ikki tolt viðgerðina nóg væl.
Fyribils tøl boða frá rakstrarúrsliti uppá 52 mió kr í oktober og november.
Boðað verður tó eisini frá, at støðan er nakað batnað í november og desember.
Bakkafrost væntar at slakta eini 96.000 tons í ár, umleið 10.000 tons minni enn ætlað.
Sagt verður, at nýggir brunnbátar, sum skulu takast í brúk seint næsta ár, fara at betra um heilsuna hjá fiskinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo