So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Spennandi tiltak hjá Klinikk B fríggjadagin 8 november kl 15 & 17.30 um húðyngjandi Molderm Glow Skinbooster og Molderm filler. 

✔️Fyrilestur um húðina, skiftisárini og húðynging við skinbooster viðgerð & filler frá Molderm. 

✔️“Live show” sí hvussu ein Molderm Glow Skinbooster viðgerð fer fram. 

✔️Aftaná fyrilestur bjóðar serfrøðingurin Charlotte frá Molderm persónliga vegleiðing til tín ið ynskir tað. 

✔️Goodiebags til øll luttakandi virði kr. 1.279,- 

✔️Lutaseðil har tú kanst at vinna eina Molderm Glow viðgerð á kr. 3.000,-

Klinikk B serverar brellbitar & boblur 

Avmarkað pláss - max 25 pláss til hvørt tiltak !

Keyp atgongumerkið á kr. 250,- skriva í messenger ella til info(at)klinikkb.fo (viðmerk um tú ynskir pláss til tiltakið 8 november kl 15 ella 17.30).

Skinbooster viðgerðir hava veruliga vunnið seg fram innan vakurleika viðgerðir seinastu árini. Fyri 6 árum síðani, tá Beinta Lassen sum tann fyrsta í Føroyum byrjaði at bjóða skinbooster viðgerð hjá Klinikk B, var tað við merkinum PROFHILO, ið tá mest bleiv brúkt til andlit og háls. 

Síðani eru fleiri onnur merkir komin á marknaðin, ið virka á ymiskan hátt og eru til ymisk endamál. Tó er felags fyri allir skinboostarir at teir geva húðini eitt gott og leingi virkandi innvendigt fukt og húðyngjandi boost.

Í dag verur skinbooster brúkt til andlit, háls, dekolleté, armar, hendur og búk. 

Skinbooster viðgerð er altíð ein kurur við tveimum ella trimum viðgerðum, ið tú fært við 1-4 vikum í millum hvørja, alt eftir hvat merkið tú velur. Aftaná kurin, kann góða úrslitið haldast við líka við eini einkultari viðgerð 1-2 ferðir árliga. 

Høvuðs innihaldi í bæði skinbooster og filler er hyaloronsýra, tó er endamálið heilt hvør sítt og ofta fæst nógv tað besta yngjandi og uppfrískandi úrslitið tá tú samansetir skinbooster og filler. 

Ynskir tú at hugna tær við okkum og fáa meira kunning og vitan um skinboostarir og fillarir - ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tiltak hjá Klinikk B í J.C Svabosgøtu 6 Tórshavn ella vitja heimasíðina www.klinikkb.fo

Klinikk B lat dyrnar upp í 2010 og var fyrsta góðkenda kosmetiska viðgerðastovan í Føroyum.

Útyir skinbooster og filler bjóðar Klinikk B Botox, laser hártøku, IPL Rejuvenation, YAG laser til sjónligar æðrasprongingar, Frax laser til arr & strekkmerkir, laser til aktivt akni, rosacea og “nervøs rødme, RF radiofrekvens , húðyngjandi ljós, HIFU andlitslyft við ultraljóð, kemiska peeling, Permanent Make Up, feittfrysting, klænkandi og uppstrammandi bindivevs massagu v.m

Øll starvsfólk eru góðkend av heilsumyndileikunum og hava grund útbúgving sum antin ergoterapeut, sjúkrarøktarfrøð ella húðlækni. 

Útyvir vakurleikaviðgerðir hevur Klinikk B seinastu trý árini bjóða sera vælumtóktar pínuviðgerðir við ASA robotlaser og Gigalaser ið eru mest framkomnu lasarir í heiminum til pínu. 

Klinikk B - J.C Svabosgøta 6 -  tlf 315 777 - www.klinikkb.fo - info(at)klinikkb.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo