Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum dugnaligum varaskúlastjóra, sum hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv, umframt at undirvísa.

Starvið verður lýst leyst at seta frá 1. januar 2025 ella sum skjótast eftir tað.

Í Sørvágs skúla eru skúlaárið 2024/25 íalt 152 næmingar í 1. – 9. flokki umframt serskúlatilboðið Pallurin.

Umleið 30 starvsfólk arbeiða í skúlanum.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum:
◦ Undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í og hava ábyrgd av teirri fyrisitingarligu og
námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
◦ Dugir at samstarva og er fyrikomandi
◦ Er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans

Harumframt skal varaskúlastjórin:
◦ Standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum
◦ Saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
◦ Saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøðunum hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd.

Persónligar dygdir hjá umsøkjara eru:
◦ Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
◦ Vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
◦ Góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum
◦ Áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

“Saman um barnið”
Sum partur í verkætlanini “Saman um barnið” skal varaskúlastjórin umboða skúlan í leiðslubólki og netverkum og ganga á odda at fremja verkætlanina í verki.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsókn saman við prógvi, C.V. og møguligum ummælum skal vera Daniu Niclasen, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. novembur 2024. kl. 12:00.

Umsóknin verður stílað til: dania.niclasen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra á tlf. 233221.

Starv sum toymissamskipari til serskúlatilboðið Pallin
Søkt verður eftir einum toymissamskipara til serskúlatilboðið Pallin í eindini á skúlanum á Giljanesi til eitt fulltíðarstarv frá 1. des. 2024 til 20. juni 2025.

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatiðboðið er staðsett í skúlanum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðnum eftir tørvi og førleika kunnu vera partur av bæði undirvísingaliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum.

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Toymissamskiparin hevur dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.

Førleikakrøv
Toymisleiðarin skal vera fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella hava aðra samsvarandi námsfrøðiliga útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið.

Okkum tørvar toymisleiðara sum:
◦ er fyrikomandi og jaligur
◦ dugir at samstarva í toymum og tvørtur um staðsetingar
◦ hava breitt menniskjasýni
◦ hava áræði at taka ábyrgd
◦ dáma avbjóðingar og duga at hugsa kreativt
◦ hava viðkomandi starvsroyndir

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya

Lærarafelag. Harumframt er ein mánaðarlig samsýning á 4,6% av mánaðarlønini 29.2.

Umsókn saman við prógvi, C.V. og møguligum ummælum skal vera Daniu Niclasen, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. novembur 2024. kl. 12:00

Umsóknin verður stílað til: dania.niclasen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra á tlf. 233221.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo