Tórshavnar kommuna: Felagið fyri lesi- og skriviveik varð stovnað á heysti í 2001. Felagið varð stovnað av serliga mammum, sum áttu børn, ið høvdu trupulleikar at lesa og skriva.
Endamálið við felagnum var at breiða kunnleika og forstáilsi fyri lesi- og skriviveikum, bæði børnum og vaksnum, og at virka fyri, at serútgjørdar lesistovur vórðu settar á stovn kring landið.
Felagið er sostatt 20 ára gamalt í ár. Undirvísingin er farin fram á ymsum støðum, men seinastu gott 10 árini hevur verið undirvíst í húsunum í Tróndargøtu 40, har felagið hevur hildið til síðan.
Í sambandi við 20 ára dagin hevur Felagið fyri lesi- og skriviveik givið út ein faldara, har søgan hjá felagnum verður lýst. Eisini greiða næmingar frá teimum stóru trupulleikum, tey eru farin ígjøgnum, áðrenn tey ahva fingið hjálp. Søgur og myndir eru eisini frá útferðum og annað gott tilfar.
Myndirnar eru tiknar í Tróndargøtu 40 í dag, tá borgarstjórin vitjaði inn á gólvið í sambandi við, at opið hús var í sambandi við 20 ára dagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo