Nýggja stjórnin í Danmark umhugsar at avtaka ein av árligu heilidøgunum.
Møguliga verður talan um at avtaka dýra biðidag.
Hetta kom fram á tíðindafundinum hjá nýggju stjórnini í dag, skrivar dr.dk.
Ætlanin er at brúka pengarnar, sum verða spardir við at avtaka ein heilidag, til at økja um hernaðarligu útreiðslurnar.
Dýri biðidagur hevur verið hildin líka síðan 1686.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo