Farmaskipið "Silver Pearl" sum hevur heimstað í Havn hevur rent á bryggjuna í Måløy í Noregi, tað skriva norskir miðlar. VP frættir, at skiparin er føroyingur.
Manningin royndi at kasta akkerið út fyri at steðga 95 metra langa skipinum, sum eftir øllum at døma misti manøvreringina. Ongin fólkaskaði er hendur, men materielli skaðin bæði á skip og bryggju, er nakað stórur, frættist.
Enn er ógreitt, júst hvat var orsøkin til óhappið. Tað verður nú kannað av myndugleikunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo