Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ein nøgdur Jørgen Nielsen eftir 3-2 sigurin á Hvítarusslandi - Mynd: Andrass Thomsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Hvítarusslandi – Mynd: Andrass Thomsen

Ein nøgdur Jørgen Nielsen eftir 3-2 sigurin á Hvítarusslandi - Mynd: Andrass Thomsen

Ein nøgdur Jørgen Nielsen eftir 3-2 sigurin á Hvítarusslandi - Mynd: Andrass Thomsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Hvítarusslandi – Mynd: Andrass Thomsen

FSF: – Eg eri ótrúliga glaður fyri avrikið hjá liðnum í dag. Allir arbeiða hart, og vit halda okkum til ta ætlan, ið venjarin legði áðrenn dystin. Harafturat føldi eg ongantíð at sigurin var í vanda, sjálvt um teir høvdu bóltin meir enn vit, og fingu trýst okkum eitt sindur síðstu løtuna. Nú skulu vit bara njóta hetta eina løtu, og so er fult fokus á dystin móti Kroatia, sigur Jørgen Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Framherjin av Glyvrum gjørdist stóra hetjan á føroyska U21-landsliðnum, sum hósdagin vann 3-2 á útivølli móti Hvítarusslandi. Her skal tó nevnast, at orsaka av krígsstøðuni í Ukraina, varð dysturin spældur í Armavir í Armenia.

Tá stórur hálvur tími var spældur legði Jørgen Nielsen Føroyar á odda, og beint eftir steðgin økti hann um leiðsluna. Men glyvramaðurin var ikki liðugur, og tá næstan ein tími var spældur royndi Jørgen seg við góðum skoti úr 20-25 metrum. Skotið var neyvt, og so var 3-0 til Føroyar, og sigurin var meir ella minni í hús.

Tað, ið eftir var av dystinum, royndu hvítarussar at trýsta, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa tvey mál. Men nærri komu teir ikki, og tískil hava okkara dreingir trý týdningarmikil stig í viðførinum á heimferðini.

Næsta uppgáva hjá U21-landsliðnum verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 12. september klokkan 18:00, tá Kroatia kemur á vitjan.

Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Hvítarusslandi – Mynd: Andrass Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo