Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nýggja staklagið hjá Marius Ziska ‘Falli til jarðar’, sum kemur út 17. januar, tekur av sonnum tráðin upp eftir virðisløntu útgávunum HOME/HEIM og Portur. Enn einaferð megnar Marius at koma við einum tíðarleysum nýmótans ljóði, har hitt flótandi gongur hond í hond við hitt meira ítøkiliga.

Til útseldu konsertirnar millum jól og nýggjár, sum Marius Ziska spældi á Reinsarínum, var eitt spildurnýtt lag spælt. Lagið var nýggja staklagið hjá bólkinum ‘Falli til jarðar’. Hóast nógvu trúgvu fjeppararnir ongantíð høvdu hoyrt lagið áður, so vóru teir ikki í iva um, at hetta var ein Marius sangur. Sangurin hevði alt tað, ið ger ein Marius sang til ein ein Marius sang.

Teksturin á ‘Falli til jarðar’ stendur á ein hátt í andsøgn við nýmótans framleiðsluna og við hesum sanginum í huga skilir tú væl tann ummælaran, sum fyri nøkrum árum síðani varð freistaður til at umtala Marius sum “Mystiski Marius”. Ofta eru tað tilverunnar stóru spurningar, sum kanska ikki fylla so nógv í nútíðarinnar útvarpsvinarliga popptónleiki, ið Marius Ziska hættar sær at fara í holt við í sínum  sangum, og nýggja staklagið ger júst tað.

’Falli til jarðar’ tekur lurtaran við á eina rættuliga umfatandi tekstliga ferð. Í fyrsta versi verður elligamla myndin um at koma yvir um ánna nýtt, í øðrum versi verður staðfest at einstaklingurin má sjálvur læra seg at síggja, og í niðurlagnum verður sungið um ein djúpan longsul eftir onkrum størri. Millumstykkið er myrkt og vónin er um at hvørva, men so kemur niðurlagið aftur við glottum av lívi og eini vón um bjarging. Tað er Hans Jacob Kollslíð, ið eisini skrivaði føroysku tekstirnar á HOME/HEIM og Portur, ið hevur skrivað orðini.

Staklagið ‘Falli til jarðar’ er eisini gjørt til videolag. Tað Heiðrikur á Heygum, sum hevur gjørt videolagið.

Um videolagið sigur Heiðrikur:

- Tá eg hoyrdi sangin hugsaði eg beinanvegin, at eg kundi gera eitt vakurt dansi-video, um eg fekk fatur á einum mannligum dansara. Trupulleikin var, at tað er bara ein føroyskur mannligur dansari, og hann var ikki í landinum, tá ið vit skuldu taka upp. Tíbetur vísti tað seg, at ein danskur dansari var í Føroyum og undirvísti, og hann tímdi ordiliga væl at vera við.

- Sangurin hevur eina sárbara, men tó maskulina orku, so eg vildi spæla við teimum báðum mótsetningunum – ikki bara lagið, men eisini orðini vísa til mótsetningarnar “falli til jarðar / røkki ei upp” o.s.fr. Fyri meg snýr sangurin seg um mótsetningar, og tað er tað, sum eg havi roynt at endurgivið visuelt. Eg haldi at tað eydnaðist bara heilt væl.”

Hans Marius Weihe Ziska hevur skrivað lagið og bólkurin Marius Ziska hevur arrangerað. Teir ið mannað bólkin Marius Ziska, og spæla á lagnum ‘Falli til jarðar’, eru Hans Marius Weihe Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Brandur Jacobsen. Mikael Blak framleiddi lagið, Fred Ruddick tók upp og ljóðblandaði, og Robyn Schmidt mastraði.  

Við útgávuni av ‘Falli til jarðar’ fer Marius Ziska undir eitt nýtt og spennandi tónleikaár og fyrstu liveframførslurnar verða longu síðst í januar mánaða, tá bólkurin fer til Danmarkar á eina tvær vikur langa konsertferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo