Kringvarpið: - Tú kanst fara fulkomuliga niður við nakkanum, men nú havi eg ikki longur trupulleikar av tinnitus, sigur Eyðun Nolsøe, sum saknar ein stuðulsbólk fyri tinnitus.
Í fyrstuni las hann nógv á netinum um evnið, og fleiri greinar vóru ógvuliga deprimerandi lesnaður.
Har var eitt nú ávarað ímóti at eta bæði salt og køkur, og eftir sat tónleikarin við kensluni av, at hetta var ein sera tyngjandi støða at koma í.
Við tíðini megnaði Eyðun Nolsøe kortini at venda gongdini, søkja sær hjálp, og í dag hevur hoyriskaðin onga ávirkan.
- Eg geri tónleik akkurát sum fyrr, sigur Eyðun Nolsøe, sum tó leggur aftrat, at hann nú brúkar oyraproppar, um tað er hart frá.
Hoyr Eyðun Nolsøe greiða frá - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo