Esmar Palli Fagraberg hevur áður spælt við bólkum og artistum sum The Colour Storm og Lyon Hansen, men nú roynir hann seg við egna navninum “ESMAR”.
Talan er um ein persónligan sang, ið viðgerð evnir sum longsul, sorg og vón. Lagið er upptikið hjá Hans Poulsen í Introvers studio í Runavík.
Esmar syngur og spælir akustiskan guitar, Jósva Debes spælir trummur, Hans Poulsen spælir bass, orgul, el-guitar og annað. Kirstin Terjadóttir Fagraberg, Miriam Akselsen, Lea Tórðardóttir Thomsen og Laila Fagraberg syngja kór.
Esmar hevur gjørt orð og lag, Hans Poulsen hevur tikið upp, ljóðblandað og framleitt. Esmar og Hans Poulsen hava lagt til rættis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo