Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Marokkanar hava klagað dómaran í hálvfinaludystinum móti Frakland til FIFA. Teir eru ónøgdir við dømingina og vísa á, at dómarin tók tvey ófrávíkilig brotsspørk frá teimum. 

Norðurafrikanararnir taptu dystin í gjárkvøldið 0-2. Theo Hernándes legði fraklendingar fram um 1-0 í 5. minutti, og í 79. minutti sló Randal Kolo Muani franska sigurin fastan við málinum til 2-0. 

Men áðrenn málið hjá Muani høvdu marokkanar ligið fram við í hinum endanum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom meksikanski dómarin Cesar Ramos í andglettin, tá hann gav Sofiane Boufal gult kort fyri eina takling á Theo Hernándes inni í brotsteiginum. 

Endurtøkurnar vísa, at Ramos lættliga kundi havt dømt brotsspark til Marokko í hesi støðuni. Hetta hevur fingið øði í grindina hjá marokkanum, og teir hava tí klagað Cesar Ramos til FIFA, skrivar dr.dk.

Marokko spælir bronsufinalu móti Kroatia leygardagin klokkan 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo