Ein av teimum allargløggastu vinum av Føroyum slóknaði mikudagin tann 2. august, sum 92 ára gamal.
Erik var føddur í Føroyum í 1925, har pápi hansara arbeiddi sum stjóri í Føroya banka.
- Hóast bæði foreldrini vóru donsk, tók hann væl við føroyskari mentan og máli.
Hann flytti til Danmarkar í 1945 og fór at lesa jura við universitetið í Kjøpinhavn, har hann hevði javnligt samband við fleiri føroyskar lesandi.
Hann arbeiddi fyrst sum advokatur og síðani eina tíð í Værløse sum undirvísari í Flogvápninum, men seinni flytti hann til Ålborgar.
Hann var ein sera vitugur maður, dugdi væl føroyskt og luttók rættiliga ofta í debattini um føroysk viðurskifti, ikki minst aftaná ta stóru kreppuna í 1990´unum.
Tað eru ikki nógv ár síðani, at hann skrivaði greinir og kronikkar við rættiliga hvøssum og skilagóðum analysum av tí føroysku fíggjarstøðuni.
Hann búði í Ålborg, har hann fekk sítt lívsstarv sum undirvísari í samfelagsjura.
Hann var eisini bankamaður eitt skifti, men best dámdi honum kortini at undirvísa.
Hann var trúgvur limur av Føroyingafelagnum í Ålborg.
Hann bleiv valdur inn í býráðið í býnum sum javnaðarmaður, men hann bleiv so óklárur við tann lgendariska borgmeistaran Marius, at hann gjørdist uttanflokksmaður í býráð num ein stóran part av setuni.
Líka til síni síðstu ár var hann aktivur, alment hugaður og væl orienteraður um aktuell mál.
Føroyar høvdu alsamt hansara stóra áhuga - hann var jú eisini næstan "føroyingur" tey fyrstu tjúgu árini av sínari ævi.
Friður verið við hansara minni.
Virgar T. Dalsgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo