Mikudagin 14. desember kl. 14 verður hin árliga eldraguðstænastan í Hoyvíkar kirkju.
Guðstænastan er vorðin eitt afturvendandi tiltak. Røktarheim, ellisheim og stovnar í kommununi plaga at vera trúføst at møta upp til hesa jólaguðstænastuna. Annars eru øll vælkomin, tí guðstænastan er sjálvandi almenn.
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, prædikar, og kirkjuráðið bjóðar ein drekkamunn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo