Eivør Pálsdóttir hevur í kvøld vunnið tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.
- Hon fær heiðurin fyri sítt ótroyttiliga arbeiði seinastu árini, sum eisini hevur sett Føroyar á heimskortið, og tí hon altíð brúkar sín musikalska arv og móðurmálið, verður sagt í grundgevingini.
Virðislønin er 300.000 krónur.
Her ber til at lesa alla grundgevingina hjá metingarnevndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo