Í 1959 spældi Suðuroyarliðið ímóti íslendska B-landsliðnum á Sevmýru. Íslendska B-landsliðið hevði verið í Havn áðrenn og spælt móti føroyska landsliðnum. Íslendska liðið vann 5-2 á føroyska liðnum.
Suðuroyarliðið var mannað við vágbingum og tvørámonnum. Suðuroyarliðið vann 1 -0 við máli sum Henry Hansen hjá VB gjørdi.
Sum so ofta, so gjørdu miðlarnir einki burturúr bragdinum hjá Suðuroyarliðnum, men Thorolf Dam skrivaði eina grein um dystin í Føroya Tíðindi.
Rógvi Johansen hevur síðani gjørt ein bannara við leikarunum sum mannaðu Suðuroyarliðið og við greinini, sum stóð í Føroya Tíðindi.
Eyðun Johansen, sum var málmaður hjá Suðuroyarliðnum móti íslendska B-landsliðnum, handaði saman við Bjarna Johansen, sum í nógv ár var málmaður hjá VB, Julius Vest bannaran.
Av teimun, sum leiktu Suðuroyarliðnum henda dystin, eru tríggir eftir á lívi: Eyðun Johansen (VB), Henry Hansen (VB) og Pauli Nolsøe (TB).
Bannarin verður hongdur upp í gongini í VB húsinum, sum eitt minni, um eitt avrik av teimun heilt stóru í føroyskari fótbóltsøgu.
Myndirnar eigur Arni Johansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo