Føroya Tele: Kundar hjá Føroya Tele og Nema fáa nú samband á einum og sama RAN-neti. Tað hendir, eftir at veitararnir eru komnir á mál at knýta kjarnutøknina hjá Nema í sendistøðirnar hjá Føroya Tele. Í fyrstu atløgu hava kundar hjá báðum veitarunum atgongd til 4G, 3G og 2G, men ikki 5G.
Nú Nema er komið á RAN-netið hjá Føroya Tele, skulu fartelefonveitarar góðkenna netið til 5G-nýtslu. Flestu góðkenningarnar eru longu komnar upp á pláss, og Nema manglar bert góðkenning frá einum veitara.
Tað er óvist, nær henda góðkenning er klár. Tí er ikki ásett enn, nær tendrað verður fyri 5G. 5G er tó klárt at tendra, men sambært samstarvsavtaluni millum Føroya Tele og Nema, sum Kappingareftirlitið hevur góðkent, tendra veitararnir 5G samstundis.
Um samstarvið
Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um eins atgongd til sendistøðirnar, sum kallast RAN-netið. Føroya Tele eigur og rekur RAN-netið, sum veitir dekning á landi og sjógvi.
Sostatt fáa kundar hjá báðum veitarunum atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet. Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina, sum stýrir hentleikum, produktum og tænastum, ið veitararnir bjóða.
Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, og brúkarin kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo