Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Brátt, svárt og óskiljandi var at fáa boðini um, at John Petersen ikki er millum okkara longur. John andaðist av hjartatilburði bert 70 ára gamal í Turkalandi, hagar hjúnini vóru farin fyri at halda sjeyti ára føðingardag hansara 8. september. 

Ein virkin, raskur og dugnaligur maður er farin í Harrans hendur. 

Bæði vinnuliga og politiskt hevur verið ogn í John hjá okkara fólki og landi. Hann legði stórverk eftir seg bæði vinnuliga og politiskt. 

John var føddur og vaks upp í Skopun, sonur Carl, ættaður úr Fámjin, og Oliviu úr Skopun.  Tey áttu eisini synirnar, Kristian (Kissifinn) og Thorstein, og døturnar, Sunnvá og Sólvá.

John var giftur við Ragnhild, nevnd Guggan, úr Sørvági. Hon er dóttir Andrias Jensen úr Mykinesi, vanliga nevndur Andrias á Túala og Elisu Súsonnu úr Skopun, vanliga nevnd Santrina. Tey fingu døturnar Jonnu, Guggu og Zachariu og dreingirnar Paula, Wenningsted og Elian. 

John og Guggan fingu 5 børn, Karl Andrias (Kalla), Steinolv, Sidsel, Elisabeth og Kari Ann. Tey hava verið ein tætt knýtt familja. Men ”Harmur og gleði í felag tey reika,” kvøður sálmaskaldið. Guggan, John og børnini vórðu rakt av tí sáru sorg at missa Kalla bert 15 ára gamlan, tá hann til bakka ein dagin eftir lunda vestan fyri heimbygdina datt oman.

John byrjaði sítt arbeiðslív sum 14 ára gamal við trolara til saltfisk. Soleiðis mentist hann blaðungur á skipsdekki í myrkri, kulda, høgari aldu, og vætu í tí aldri, tá ið flestu tannáringar í dag júst eru farnir í framhaldsdeild fólkaskúlans. Tíðliga í hjúnalagnum fór familjan til Íslands, har John arbeiddi í nøkur ár.

John og bróðirin Christian fóru tíðliga at hjálpa pápanum, sum hevði lastbil og flutningsfyritøku í Sandoy. John stóð í handverkslæru og tók prógv sum jarnsmiður á Skipasmiðjuni á Skála. Tað var holl faklig vitan, ið kom væl við í lívlanga starvi hansara við maskinum og flutningstólum. 

Bilflutningsvirki pápans í Skopun gjørdist byrjanin til lívsstarv brøðranna, drúgvast hjá John sjálvum. Virkið byrjaði og mentist í heimbygdini við fyrifallandi flutningi; breiddi seg síðan út um oynna við húsabygging, jørð og betongarbeiði, vegagerð, lendingum o.t.

So við og við rakk byggivirkið hjá Pf. J & K. Petersen um landið og umsíður eisini til okkara grannalond, mest Ísland, Grønland og Noreg í kapping við altjóða fyritøkur. 

Tað stóð ikki á hjá fyritøkuni at fara undir og fullføra stórverk, m.m.o. nýggja flogvøllin í Vágum, undirsjóvartunlar og verandi útbygging av Tórshavnar Havn.

Fyri nøkrum árum síðan flutti byggivirkið í nýggjan virkisbygning á Sandvíkahjalla, har stór sementblandistøð hevur latið betong til bygging um alt landið. Hesi seinastu árini hevur Steinolvur tikið við leiðsluni á fyritøkuni eftir pápan. 

Í dag arbeiða 200 fólk íalt hjá byggifyritøkuni, Pf. J. & K. Petersen. Fleiri teirra hava verið við í áratíggju, ið sigur nakað um arbeiðsplássið.

John hevur latið unga ættarliðinum stýrisvølin. Men stokkut gjørdist pensjónstilveran, eisini tí ágrýtna John so líkt. So virkisfúsur hevur hann verið, at hann til tað síðsta javnan fall fyri freistingini at seta seg upp í gravimaskinu, sum tað sømir seg monnum, ið megna at flyta fjøll.

John Petersen varð valdur í bygdarráðið í Skopun longu í 1976. Hann varð valdur fyrstu ferð á løgting í Sandoyar valdømi í 1988 fyri Fólkaflokkin og var landsstýrismaður í tveimum umførum, frá 1991 til 1993 og frá 1996 til 1998.

Á løgtingi skaraði John skjótt framúr. Einki háfloygt uttanumtos. Hann fór altíð eftir úrslitum og dugdi sum fáur at greiða frá sínum sjónamiðum, so øll skiltu. Ikki ofta er ein landstýrismaður ella ministari væl umtóktur, meðan hann situr, men tað var John Petersen sum fiskimálaráðharri.

Øll vistu, hvar tey høvdu hann, bersøgin, sum hann var. Bráður av lyndi, men tolin, tá ið um ráddi at mýkja eitt seigt mál til at finna neyðsemju og felags loysn. Hvassur í orðum, tá tað var neyðugt, men bleytur og yvirtalandi, tá tað galt. Hann fekk stundum ein ivasaman flokk, samgongu ella enntá løgting at venda eftir at hava greitt frá, hví tað var klókt og gagnligt.

Mangur rósti honum, bæði tey, ið vóru samd og tey, sum vóru ósamd. John var kendur fyri at hava greiðar meiningar, var altíð førur fyri at grundgeva fyri síni støðu og at handla, tá tað ráddi um. 

Úrslitini talaðu fyri seg. Ótolnast var hann, tá menn tøvdu fyri at sleppa undan eini semju ella loysn. Tað kundi neista frá, men hann visti væl, hvat markið til brot partanna millum lá, áðrenn menn fóru um tað. 

Harðast leikaði stríðið á skipabunka, tá ið John sum landstýrismaður í fiskivinnumálum kreppuárini 1991-93, tá ið fiskaloysi var og fiskaprísirnir í botni. Tá var árliga hall landskassans hálva mia. kr, nærum 20% av javnanum, ið lá um gott hálvatriðju mia. kr. Tá kravdist sterkur ryggur til at skarva 2/3 av tí lutfalsliga stóra stuðli, fiskivinnan hevði fyri neyðini. 

Í dag vilja mangir vera “nýggir aktørar” í tí lønsomu uppsjóarvinnuni. Seinna skeiðið hjá John sum fiskimálaráðharri (1996-98) bjóðaði hann mongum manni svarkjafta- o.o. veiðiloyvi, men bert 2 “aktørar” tóku av, meðan hinir gomlu kapparnir treiskaðust víðari fyri at fáa tað at bera til og hava gjørt tað síðan. Tað krevur serligt seiggi til at fáat við fiskivinnu.

Besta skoðsmálið fekk John nøkur ár eftir aldaskiftið, tá hann sat vásaklæddur umborð í Smyrli um Suðuroyarfjørð. Ein sjómaður við kenning kom til borðið og spurdi harðmæltur, um tað var John Petersen, ið har sat. John játtaði líka klármælt og spurdi, hví hann vildi vita tað?

Deyðatøgn. Tú hevði hoyrt eina knappanál raka dúrkið. Øll tagdu við borðini uttanum og lurtaðu: “Jú,” svaraði suðringurin, “tí so ert tað tú, ið er besti fiskivinnuráðharri, vit føroyingar nakrantíð hava havt.” So fór hann til sítt egna borð. John takkaði og smíltist.

John Petersen var stak gløggur og dugdi sítt politiska og verkliga handverk sum fáur. Hann var altíð klárur at ganga fremst, uttan mun til uppgávuna. 

Serliga vóru tað hansara evni at samráðast, sum eg sá upp til og lærdi av. Hann visti, hvat hann vildi og dugdi væl at náa málinum. 

Sum ungur alvi í Fólkaflokkinum fekk ein altíð nøkur orð á vegnum frá John. Tað kundi verða rós og eisini rís. Rís kundi tíðum níta fast, men eftir at hava hugsað meg um, so hevði hann altíð rætt. Honum lærdu vit yngru nógv av.

-------------------- 

Mangar eru tær lendingar, grótkøst, dráttir, legur, bryggjur og havnir, sum bori-, spreingi- og dýpingarflakar og grótbátar hjá J&K Petersen hava sprongt, dýpt og bygt, og teirra maskinur og dumparar hava ført tilfar til, so at okkara skip hava kunnað leitað sær livd, kastað akker og bundið við kai í tryggari havn.

Nú, bert 70 ára gamal og heili 8 ár undir miðal livialdur, men við ørgrynnu av bygnings- og politiskum verkum latnum  úr hondum, hevur John longu siglt sín lívs fjørð og funnið ævigan frið hinumegin í himmalsins havn.

Ímillum okkara er hansara bjarta ljós sløknað. 

Vit senda okkara djúpastu samkenslu til tykkum avvarðandi. Okkara tankar leita serliga til tykkara, Guggan, børn og abbabørn. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini. 

Vegna Fólkaflokkin.
Jørgen Niclasen, Form. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo