Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fríggjadagin 3. mai varð móttøka fyri Arna Clementsen og Eiriki Ó. Simonsen, sum báðir høvdu 40 ára starvsdag 1. januar 2019. Báðir fingu Dronningens fortjenstmedalje i sølv fra hennara hátign Drotning Margretu.

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, handaði teimum medaljurnar á móttøkuni. Eirikur og Arni hava verið trúgvir og drúgvir í tænastuni á Tekniska Skúla í Tórshavn – nú Glasi.

Eirikur byrjaði á Tekniska Skúla 1. Januar 1979 hevur øll árini verið á bildeildini, har eigur sín stóra lut í arbeiðinum at menna bilverkstaðirnar. Hann hevur eisini verið við í arbeiðinunum at kravfesta og skipa bilverkstaðirnar í nýggja bygninginum í Marknagilina, har karmarnir um útbúgvingina eru nakrir heilt aðrir, enn tá Eirikur byrjaði í Smiðjugerði í 1979. Við stórari vitan og virkisfýsni hevur hann givið sítt stóra íkast til at menna útbúgvingina av bilsmiðjum, sum í dag er á sera høgum fakligum støði.

Arni byrjaði á Tekniska skúla í 1979 og næstu 20 árini starvaðist hann sum faklærari á timburdeildini og á byggitøkniútbúgvingini. Arni hevur eisini verið lestrarvegleiðari í nógv ár. Í átta ár, frá 1998, var hann inspektørur á Tekniska Skúla og senastu 12 árini hevur hann m.a. verið umsjónarmaður á Skúlaheiminum. Í fleiri ár sat Arni í bygginevndini, sum kravfesti skúlan í Marknagili. Onnur lýsa Arna sum sera trúfastan, arbeiðssaman og eldhugaðan starvsfelaga.

Fjøldin av fólki, sum kom saman at heilsa uppá teir báðar og ynskja teimum til lukku við teimum 40 árunumu vitnar um, at teir eru væl lýddir og avhildnir menn. Í røðunum varð m.a. fegnast um, at teir framhaldandi ríka arebeiðsplássið í Marknagili.

Sí myndir frá móttøkuni her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo