Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Í svari til spurning hjá Sjúrði Skaale upplýsur danski verjumálaráðharrin, at heldur ikki danskir myndugleikar vóru kunnaðir, tá eitt amerikanskt herflogfar av slagnum Lockheed C-130 Hercules hin 5. august fleyg lágt yvir Skálafjørðinum og Havnini.
Amerikansk herflogfør hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi, og formelt liggur avgerðin at nokta ella loyva herflogførum atgongd ikki hjá føroyska uttanríkismálaráðnum.
Landsstýrið hevur tó ynskt at fáa kunning um møguligar yvirflúgvingar. Føroyskir myndugleikar og Arktisk Kommando høvdu tó heldur ikki fingið boð.
Sambært svarinum hevur danska verjumálaráðið samskift við amerikonsku sendistovuna í Danmark, sum upplýsir, at mannagongdir framyvir verða herdar hesum viðvíkjandi.
Sí svarið: Trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo